Rigmor Mydtskov deyð

Mánadagin 15. februar andaðist kendi danski fotografurin Rigmor Mydtskov, 84 ára gomul.

Rigmor Mydtskov var í mong ár fastur fotografur hjá Margrethu drotning. Samstarvið teirra millum byrjaði, tá Margretha prinsessa kontaktaði hana í 1963. Hetta førdi til, at Rigmor Mydtskov varð fotografur hjá henni í umleið 40 ár.


Rigmor Mydtskov varð fødd 23. mai 1925 í Keypmannahavn. Hon lærdi til fotograf hjá pápa sínum Hans Julius Mydtskov í 1944. Í 1954 byrjaði hon at arbeiða sum fotografur hjá Kongiliga Teatrinum, har var eisini varð fotografur hjá fleiri kendum donkum sjónleikarum..