Rigmor: Lat tey øru sleppa framat

Landsstýriskvinnan heldur, at Føroyum tørvar fólk, sum hugsa øðrvísi og ørt

– Latið tey øru sleppa framat.

Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, millum annað, tá ið nýggja royndarlaboratoriið FabLab lat upp í dag.

–Vit vita, at júst tey, sum tora at hugsa ørt og øðrvísi, eisini eru tey, sum hava gjørt tey mest týðandi kvantespringini í søgu menniskjans – hesi sum gingu undan innan tøkniliga menning, nýggjar loysnir og søgulig frambrot. Og tí gleðir tað meg hjartaliga, nú vit í dag kunnu lata FabLab upp, segði Rigmor Dam í røðuni.

Les eisini: Bill: Tit eru tey øru

– Tí okkum tørvar uppfinnarar. Okkum tørvar fólk, sum málrættað seta sær fyri at broyta ting, gera ting øðrvísi og betri – og hugsa nýtt. Bæði fyri at vit her í Føroyum fáa fleiri ella stinnari búskaparlig bein at standa á, men sanniliga eisini fyri at vit, sum mannaætt, hava vón fyri framman her á jørð. So ja, lat tey øru sleppa framat, segði hon.