Rigmor Dam vil lóggeva ímóti kirkjuni

– Tað undrar meg, at tað ikki er komið fram í nøkrum av fjølmiðlunum í Føroyum, og eg ivist í, hvussu nógv fólk vita um hetta sera prinsipiella málið, at sjálvur kirkjuministarin í Føroyum, landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, hevur lagt uppskot fyri tingið um broytingar inni á tí kirkjuliga økinum, sum kirkjan ikki hevur nakað ynski um, og sum alt tað kirkjuliga baklandið sigur seg ikki kunna viðmæla.

 

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins og fyrrverandi landsstýrismaður í kirkjumálum.

 

Hann vísir til uppskot hjá Rigmor Dam um nágreining í lógarregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag.

 

– Har verður beinleiðis inn at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni, vísir Jógvan á Lakjuni á.

 

Hann sigur, at sjálvt um landsstýriskvinnan roynir at lítisgera tað, so er tað so, at líka síðan grundlógin varð sett í gildi í 1849 hevur verið siðvenja og ein óskrivað lóg, tá ið tað kemur til kirkjuliga lóggávu, at eingin hevur funnið upp á at lóggeva á tí kirkjuliga økinum, uttan so at ynski er komið frá kirkjuni sjálvari.

 

Viðmerkingin hjá Jógvani á Lakjuni kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER