Rigmor Dam: Prædikið ikki Helviti fyri børnum

Vit vita betur í dag. Og við vitan fylgir ábyrgd, sigur landsstýriskvinnan í kirkjumálum

Landsstýriskvinnan heitti staðiliga á limirnar í kirkjuráðunum um ikki at bera børnum boðskapin um Helviti.

- Hóast Djevulin kanska blívur við at vera aktuellur, so hoyrir tað ikki heima í dagsins samfelag at ræða lívið av børnum í royndini at vinna tey fyri Orðinum, segði hon millum annað í røðu síni á aðalfundinum fyri kirkjuráðslimir, sum var í Gøtu leygardagin.

 

Nógv kjak hevur verið um sendingarnar Gud Signi Føroyar og tvær tær seinastu hava í stóran mun snúð seg um hvønn leiklut Helviti og fortapilsi hevur í kristniboðanini.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í kirkjumálum, sigur seg skilja, at illa ber til at bera fram nakran trúverdigan boðskap um bjarging ella frelsu, um tú ikki vilt vera við, at nakað er at verða frelstur frá.

- Og natúrligi spurningurin í hesum sambandi er sjálvandi, um hóttanir við illimanni, helviti, glatan, eldhavi og demonum er tíðarhóskandi boðan fyri dagsins børn, segði hon í røðu síni.

 

Rigmor Dam vísir á, at tíðirnar broytast og við tíðini eru hava vit fingið størri kunnleika til, hvussu børn eru og hvat børn fata.

- Nú hava vit eitt heilt annað innlit í, hvussu barnasinnið virkar, og á hvønn hátt tað er viðbrekið – og tað eiga vit altíð at hava í huga, sigur hon.

 

Hon hevur sjálv arbeitt sum lærari eitt skifti og segði, at hon sjálv, og væntandi mong við henni, hava uppliva børn, sum tykjast at hava fingið mein av harðrendari boðan.

- Verður boðanin soleiðis, at Djevulin kemur at fjala myndina av Frelsaranum, ella um boðanin leggur Helviti sum eina brennandi, ógongda borgargryvju allan vegin runt um Himmalin, tá er vandin, at hon kann vera unga móttakaranum at meini, ja, sálarløsti – og tað í meira enn einum týdningi av orðinum, segði Rigmor Dam.

 

- Vit vita betur í dag. Og við vitan fylgir ábyrgd, segði landsstýriskvinnan, sum kortini ikki vil leggja seg beinleiðis út í læru kirkjunnar, men heitir á hana um at viðgera, hvørt neyðugt er at gera tillagingar í tankagongd og arbeiðshátti.

 

- Tí eri eg eisini takksom fyri henda partin av sendirøðini “Gud signi Føroyar!, tí, so vítt sum eg veit, hava vit ongantíð skift orð um hetta mál alment fyrr her í Føroyum – og tað var eftir øllum at døma tiltrongt. Vit vita betur í dag, og við vitanini fylgir ábyrgd, segði landsstýriskvinnan í kirkjumálum.

 

Øll røðan er at finna á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum og hjá Mentamálaráðnum.