– Sáttmálin, sum er ímillum Kringvarpið og Mentamálaráðið, skal haldast. Tað staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Í Løgtinginum í gjár vildi Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, hava at vita, hvat landsstýriskvinnan heldur um tað, at Kringvarpið lítið og einki ger burtur úr at seta føroyskan tekst til sendingar, so at eisini fólk, sum hoyra illa, fáa fylgt við.
Hon vísir á, at tað stendur í nýggja sáttmálanum ímillum Kringvarpið og Mentamálaráðið um virksemið í Kringvarpinum, at tekstur skal setast til føroyskar sendingar, sum hava stóran samfelagsligan týdning.
Men hóast hetta stendur í sáttmálanum, hendur ikki tað stóra og umberingin hjá Kringvarpinum er, at tey fáa ikki gjørt meiri á hesum økinum, tí tey hava onga serstaka játtan til endamálið.
– Men tá ið sáttmálin sigur at tað skal gerast, kunnu vit so ikki krevja, at tað verður gjørt við teirri játtan, Kringvarpið hevur til taks, spyr Ruth Vang. Hon vísir í hesum sambandi á, at síðani kringvarpsgjaldið varð kravt inn við skattinum, hevur Kringvarpið fingið munandi rúmari, fíggjarligt rásarrúm.
Rigmor Dam er púra samd við løgtingskvinnuna hjá Framsókn. Hon sigur, at tað var eitt framstig fyri tey, sum eru deyv, ella hoyra illa, at tað kom at standa beinleiðis í sáttmálanum ímillum Mentamálaráðið og Kringarpið, at tekstur skal setast til sendingar, sum hava samfelagsligan týdning.
Her hugsar hon um valsendingar, dokumentarsendingar, og aðrar sendingar. Hinvegin ivast hon, um tað ber til at seta tekst til beinleiðis sendingar, tí tað krevst meiri av útgerð og førleikar, sum vit ikki hava, leggur hon afturat.
– Tað átti ikki at verið neyðugt at staðið á Løgtingsins røðarapalli og mint Kringvarpið á, at sáttmálin skal haldast, hartar hon Kringvarpið. Hon sigur, at tað er ein spurningur um, hvussu pengarnir verða brúktir, og tað er ein ábyrgd, kringvarpið eigur at taka á seg, sigur hon.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at beinleiðis teksting av sending í Kringvarpinum, átti at verið ein sjálvsagdur partur av ætlanini um Talgildu Føroyar.
Rigmor Dam heldur hinvegin, at vit skulu vara okkum við at gera tað til eina almenna uppgávu, at Kringarpið skal seta tekst til sendingarnar.
– Kringvarpið hevur fingið munandi meiri pengar til taks, enn tey hava havt. Og hon sigur, at tað er altso Kringvarpið, sum ger sendingar. Og ein partur av at gera eina sending, er at hava gott ljós og gott ljóð. Men ein partur er eisini at seta tekst til so at sum mest av fólki fáa gleði av sendingunum.
– Tí tvíhaldi eg um, at hetta er eitt øki, Kringarpið skal raðfesta, soleiðis er tað, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.
– Kringvarpið hevur pengarnar, og Kringvarpið hevur eina skyldu á hesum øki, so nú er bara at koma ígongd, sigur hon.