Tað verður Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum tekur yvir sessin hjá Honnu Jensen sum forkvinna í mentanarnevndini hjá Løgtinginum.
Í nevndaryvirlitinum á heimsíðuni hjá Løgtinginum, sum er gjørt eftir at broytingar eru gjørdar í valbólkinum millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýri, stendur, at Rigmor Dam verður formaður, sum tað eitur á løgtingsmáli.
Bjarni Kárason Petersen, sum er komin í Løgtingið fyri Honnu Jensen, verður vanligur limur í mentanarnevndini.
Varamaður hjá Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn, verður Joen Magnus Rasmussen, sum tó er tingmaður fyri Fólkaflokkin. Orsøkin til tað er, at Joen Magnus Rasmssen er varamaður fyri Anniku Olsen, sum var tingkvinna fyri Framsókn tann dagin tá tingnevndirnar vórðu valdar, 17. september í 2015.










