Rigmor Dam biðjur um hjálp

Tá ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er at síggja, er hon ofta í einum hvítum bundnaturriklæði, men soleiðis hevur ikki verið seinastu dagarnar.

 

Og nú kemur forkláringin, tí Rigmor Dam hevur nevniliga mist tað vekk. Og nú biðjur hon vinir sínar á Facebook, og onnur, um at hjálpa sær at finna hetta deiliga plaggið aftur, sum hon kallar tað. 

 

Hon veit ikki nær, og hvar, tað er burturblivið, men tað einasta hon veit, er, at hon var í hvussu so er í tí, tá ið hon var í Havnar Kirkju mánadagin 17. September.