FJARSKIFTI
Arbeiðið við at fyrireika byggingina av einum høvuðssæti til eina av landsins størstu fyritøkum, Føroya Tele, gongur eftir ætlan.
Byggiætlarnirnar snúgva seg um at gera ein 6.000 fermetrar stórar bygning í Klingruni í Hoyvík. Kostnaðurin fer væntandi at liggja um 100 milliónir.
Arbeitt verður eftir tí leisti, ið kallast partnering(partalag). Higartil hevur hetta hepnast óføra væl. Partnering snýr seg um, at Føroya Tele sum byggiharri samstarvar við eina entrepenør fyritøku og nakrar ráðgevar, og allar avgerðir verða tiknar í felag. Hesin mátin er valdur framum at gera avtalur við ein ella fleiri høvuðsentrepenørar.
?Tað er sjálvandi ein tilvenjing hjá øllum pørtum, men higartil hava vit merkt nógvar positivar reaktiónir, og arbeiðið gongur eftir ætlan, sigur Andras Róin, forstjóri fyri Føroya Tele.
Tað er so gott sum klárt at seta spakan í. Eftir ætlan skal stásiligi nýggi bygningurin standa liðugur á heysti í 2004.
Tað frættist eisini, at onnur í Føroyum hava víst vilja at hyggja nærri at hesum forkunnuga byggiháttinum, sum er kendur aðrastaðni frá eisini.
Bygningingurin skal vera høvuðssæti hjá Føroya Tele í framtíðini. Tað nógva av umsitingini og tað mesta av tøkniligu útgerðini fáa rúmd í nýggja høvuðssætinum.
Føroya Tele fer úr gomlu telegrafstøðini og bygninginum á Tinghúsvegnum, sum Løgtingið hevur yvirtikið. Øll tann tøkniliga útgerðin í hesum bygninginum verður koyrd burtur og nýggj útgerð sett upp í Hoyvík.
FarIce
Ein onnur verkætlan, sum í hesum døgum upptekur tíðina hjá leiðsluni hjá Føroya Tele, er FarIce. Talan er um eina verkætlan, har lagdur verður ein nýggjur sjókaðal til alt telesamskifti úr Ìslandi til Skotlands umvegis Føroyar.
Tann nýggi kaðalin fer væntandi at rudda verandi Cantat 3 kaðal úr minninum á teim flestu. Munurin á FarIce og Cantat er sum nátt og dagur. Kapasiteturin verður fyri sovítt óendaliga stórur, og hetta fer at merkja týðandi betringar.
Andras Róin sigur, at hetta arbeiðið gongur eftir ætlan, og miðjað verður ímóti at skriva undir sáttmálar 26. november, t.e. komandi týsdag.
Verkætlanin fer væntandi at kosta um 500 mió. Tann føroyski parturin verður 20% ella 100 milliónir. Allir føroyskir fjarskiftisveitarar eru við í føroyska partinum, men tað er eyðsæð, at Føroya Tele fer at eiga størsta partin av íløguni.
Ætlanin er at leggja kaðalin komandi summar. Kaðalin kemur á land í Føroyum í Funningsbotni.