Royndin hjá Sjógæti á Eiði at keypa ókruvdan útróðrarfisk riggar væl, og tað eru útróðrarmenn, sum selja fiskin til felagið, ið siga, at teir høvdu ikki tímað aftur til gomlu skipanina við kruvdum fiski.
- Hetta eru serliga menn, sum eru einsamallir á báti. Tað tekur tíð at kryvja fiskin, og tað er ikki ókent, at fiskurin kann liggja ov leingi ókruvdur. Serliga er hetta ein trupulleiki, tá lýggja er í veðrinum.
Tað sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti.
Hann vísir á, at størsti fyrimunurin við at keypa ókruvdan fisk, er, at fiskurin er nógv betri til dygdar, og haraftrat kann alt úr fiskinum fáast til høldar. - Teir, sum selja ókruvdan fisk til Sjógæti, hava sínar reglur at ganga eftir, har fiskurin beinanvegin verður blóðgaður niður í ísvatn.
Stjórin í Sjógæti sigur, at tað kann vera ein munur á, tá tveir ella tríggir mans eru á báti, tí tá eru náttúrliga fleiri, sum kunnu taka sær av fiskinum við at blóðga, kryvja og ísa.
Sjógæti er veitari av nógvum ymiskum fiskavørum til føroyska marknaðin, og tað er daggamli útróðrarfiskurin, sum er grundarlagið undir hvítfiskaframleiðsluni hjá virkinum. - Vit koyra eftir fiskinum, har bátarnir, sum eru við í avtaluni, koma at landi, sigur Hans Marius í Byrgi.
Hann vísir á, at nú korona-kreppan herjar, hava tey á virkjunum hjá Sjógæti - ávikavist við Norðskála og á Eiði - havt somu avbjóðingar sum onnur.
- Men, vit royna sum best, og vit royna at bera høvdið høgt, sigur hann.
Á virkinum við Norðskála fáast tey við feskan og royktan laks, meðan øll hini tingini við hvítfiskaframleiðslu og nú eisini royking av pelgiskum fiski - makreli og sild - fara fram á Eiði. - Umframt laksin, hava vit eisini okkara sølubúð við Norðskála, sigur stjórin, Hans Marius í Byrgi.
##med2##