Spenningur var í luftini hóskvøldið, tá landsstýrið hevði boðið til tíðindafund í Tinganesi um uppskot til løgtingslóg, har Føroya fólk, á eini fólkaatkvøðu, verður spurt um framtíðarstøðu Føroya fram móti fullveldi eftir einum leisti, sum landsstýrið hevur sett út í kortið. Dramatikkurin var til steðar longu uttanfyri. Landsynningurin lá vátur, regnmikil og myrkur yvir Tinganesi, sum kliptur úr eini skaldsøgu hjá William Heinesen. Tað var vantaði bert okkurt snarljósið og buldrið frá Tórði úr erva, so var pallmyndin fullkomin á hesum søguliga stað, har stórar avgerðir eru tiknar seinastu 1200 árini.
Tíðindafundurin vísti sjónliga fyri hvønn partin á politiska víðvøllinum í Føroyum fullveldi hevur størsta týdning. Meðan løgmaður, Anfinnur Kallsberg og landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø vóru einsamøll til tíðindafundin uttan nakran flokksstuðul, so so var øll tingmanning Tjóðveldisflokksins og flokksskrivari við møtt upp í gomlu hølunum hjá danska kongaliga einahandlinum, fyri at fylgja við um landsstýrið og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal bóru seg rætt at. Tey skipaðu eisini fyri undirhaldi, við millum annað at klappa, tá framløgurnar vóru lidnar.
Greið ætlan
Anfinnur Kallsberg, løgmaður legði eina fullkomiliga greiða ætlan fram á tíðindafundinum.
-Vit staðfestu á seinasta samráðingarfundi við donsku stjórnina, at vit koma ikki víðari eftir tí leisti, sum landstýrið legði út við, tá vit løgdu ætlanina um framtíðarstøðu Føroya, also suverenitet fyrst og síðan eina skiftistíð. Tí leggja vit nú eina ætlan fram, har Føroya fólk skal taka støðu til, um vit fyrst tøma heimastýrislógina, tað vil siga yvirtaka tað sum er eftir, og síðan við einari nýggjari fólkaatkvøðu í 2012 taka støðu til um at skipa Føroyar sum eitt fullríkisríki. segði Anfinnur Kallsberg, løgmaður.
? Vit halda við hesum uppskotinum at vit í hvussu er kunnu fáa javnaðarflokkin við, tí uppskotið inniheldur júst tað sum javnaðarflokkurin hevur skotið upp í sjálvstýrisuppskoti sínum. Vit halda, at okkara uppskot er ein tryggur yvirgangur fram móti fullveldi, segði Anfinnur Kallsberg, løgmaður.
Uppskot landsstýrisins sær soleiðis út:
Tann 26. mai 2001 verður Føroya fólk á eini fólkaatkvøðu spurt, um tað tekur undir við eini løgtingsløgtings við hesum ásetingum.:
1. Øll málsøki verða eftir eini skipaðari ætlan løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 2012.
2. Ein búskapargrunnug verður settur á stovn, ið skal tryggja Føroyum eina trygga skiftisskipan frá stúdningsbúskapi til sjálvberandi búskap.
3. Heildarveitingin úr Danmark verður minkað eftir eini skipaðari ætlan til hon er burtur.
4. Fólkaatkvøða verður um at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki í seinasta lagi í 2012.
Vónbrotnir veljarar
Sosialurin: Landsstýrið legið hart út við at leggja ein leist, sum skuldi enda við fullveldi í hesum valskeiði. Nú er fullveldði skotið ein hálvan mannsaldur fram í tíðina. Hava teir veljarar, sum hava stuðlað tykkum í fullveldisætlanini, serliga tjóðveldisveljararnir nakra orsøk til at vera nøgdir í dag?
-Vit hava staðfest, at vit koma ikki longur við dønum, taka vit fullveldi fyrst og síðan rigga av. Nú gera vit tað øvugt. Vit rigga fyrst heimastýrislógina av og síðan verður Føroya fólk enn einaferð spurt, um tað er sinnað at taka fult ræði í egnum landi, sigur Høgni Hoydal.
Og Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at veljarin hevur nakra orsøk til at vera vónbrotin.
?Okkara uppskot er ein sera trygg yvirgangsskipan, sum ikki kemur at ganga út yvir vælferðina í Føroyum. Við hesi skipan loypa vit ikki út í nakað, sum vit ikki kunnu stýra, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ótryggur búskapargrunnur
Løgmaður greiddi frá, at inntøkurnar eru ótryggar til Búskapargrunnin, sum skal trygga neyva búskaparliga stýring, meðan Føroyar fara frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap.
-Búskapargrunnurin skal fíggjast við inntøkum frá oljuvinnu, inntøkum frá sølu av fyritøkum hjá landinum, yvirskotsgjaldføri landsbankans, heildarveitingini úr Danmark og øðrum inntøkum., segði Anfinnur Kallsberg løgmaður.
Men landsstýrið er ikki sinnað, at siga blokkin upp beinanvegin, hóast at hesin ikki beinleiðis er neyðugur fyri at føroyingar sjálvir skulu klára sínar skyldur.
? Heildarveitingin næsta ár verður eftir uppskotinum 700 milliónir krónur og hon minkar við 50 milliónum næstu árin fram til 2012, tá veitingin er burtur.
Klára okkum sjálvi
Føroyingar nýtast ikki pengar út Danmark fyri at klára seg sjálvar. Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði, at tey málsøki, sum enn ikki eru yvirtikin, kosta umleið 200 milliónir árliga. Løgmaður boðaði frá, at heildarveitingin úr danmark í verandi fíggjarlóg er beint undir eina milliárd. Tað vil siga, at 800 milliónir er ein beinleiðis gáva úr Danmark, sum fer inn á bók hjá føroyingur, til at tryggja framtíðina í einum komandi fullveldi. Tað er júst hendan upphædd danskir politikkarar eru í øðini um.