Millum trý-og fýrahundrað fólk vóru til móttøku í Bygdarhúsinum í Leirvík seinasta fríggjadag í samband við at Atli Hansen, reiðari í Norðragøtu, hevur gjørt av at leggja frá sær eftir eitt ríkt og spennandi arbeiðslív.
Atli Hansen sigur, at hann er sera væl nøgdur við móttøkuna, har hann fekk høvi at heilsa upp á familju, vinir, kenningar og nógv av teimum, sum hann hevur samstarvað við ígjøgnum lívi. Millum teir sum hildu røðu undir móttøkuni vóru Jákup Sólstein, Johan Christiansen og Osmund Justinussen.
Atli Hansen, sum fyllir 65 ár í august, hevur búð ein stóran part av lívi sínum í Danmark. Hann er ættaður úr Norðragøtu. Foreldrini vóru Emma, f. Hansen, og Anton Hansen, bæði úr Norðragøtu.
Liðugur við barnaskúlan fór hann sum 14 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Hann tók fyrst preliminerprógv og síðan studentsprógv í 1961. Fyrst í 70-unum tók hann eisini Handelsvidenskablig Afgangseksamen (HA).
Frá 1971-78 arbeiddi Atli sum deildarleiðari hjá Trolfisk A/S í Esbjerg. Hetta var eitt føroyskt/ danskt felag, sum m.a. gjørdi nakrar ídnaðarbátar út. Seinni vóru hesir bátar fluttir til Hanstholm og Atli flutti við sum leiðari av tí deildini.
Frá 1978-89 hevði hann sítt egna virki, Nordshipping, í Hantsholm. Hetta var eitt shipping- og speditiónsfirma, sum hevði umboð fyri útlendsk skip í Hanstholm. M.a. høvdu teir avgreiðsluna hjá Smyril og seinni Norrønu um hendi. Atli seldi sítt felag til Blue Water Shipping í 1989 og var verandi sum leiðari frá 1989-92.
Atli er giftur Haldis Eikholm úr Hvalvík. Tá tey í 1992 fluttu heim aftur til Føroyar at búgva, fekk Atli starv sum deildarleiðari hjá reiðarínum Trolfisk í Leirvík. Hetta var um tað mundið tá ógvusliga búskaparkreppan rakti alt landið.
Í 1994 stovnaði Atli saman við øðrum P/F Driftin, sum eigur trol- og nótabátin Jupiter og hevur hann síðani verið stjóri har. Atli var eisini við til at stovna reiðaríðini P/F Varðan, sum eigur trol- og nótabátin Trónd í Gøtu og P/F Krossbrekku, sum eigur trol- og nótabátin Finn Fríða.
Atli hevur eisini verið virkin í politikki. Meðan hann búði í Danmark, var hann limur í Hanstholm Kommunalbestyrelse frá 1987-89. Hann stillaði eisini upp fyri Sambandsflokkin í Eysturoy til vali í 1994 og var varamaður hjá Edmundi Joensen á løgtingi frá 1994-1998, meðan Edmund var løgmaður.
Nú Atli leggur frá sær sum reiðari og stjóri, fær hann betri stundir til síni frítíðarítriv sum t.d . bátin, at spæla golf og bridge og at gera ymiskt sum hevur ligið á láni.