Rigga til útbygging av skúlanum

Tað hevur leingi verið eitt ynski, og nú sær umsíðir út til at skúlin við Ósánna verður útbygdur.

Á fundi í býráðnum stutt undan jólum í fjør varð henda útbyggingin samtykt, og nú er klárt at fara í holt við hana.
Upplýst verður, at spakin verður sett í jørðina longu í summar til arbeiðið at gera lendið klárt til útbyggingina.
Henda útbyggingin skal gerast norður úr verandi skúlabygningi, og byrjar fyrst í komandi ári.