Í allan gjár og seinastu dagarnar hava fólk rigga bygdina til í Syðrugötu, nú hon skal hýsa eini 7.000 veitsluhýrdum føroyingum.
Tjaldingarøkið lat upp kl 18 í gjár og síðani tíðliga seinnapartin í gjár eru tjaldararnir byrjaðir at koma so smátt. Í gjár, tá hesar myndirnar vóru tiknar vóru fleiri hundrað vælhýrdir tjaldarar, sum bíðaðu eftir at sleppa inn at seta síni tjöld upp.
Fyrsta framførslan á ársins G! Festivali verður í dag klokkan 17:00.
Myndir: Edith Johannesen