Rigga til á plantusøluni

Drúgva illveðrið í vetur fór serstakliga illani við trøum og runnum, so manga staðni er tørvur á eini bøtandi hond og nýggjum viðarvøkstri.

Starvsfólkini á Skógrøkt eru í holtur við at fyrireika plantusøluna í ár, og hon letur upp um mánaðarskiftið. Plantupakkar verða gjørdir til kommunurnar, og alt plantutilfarið er framleitt á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Ongar av plantunum eru innfluttar til høvið. 

Tróndur Leivsson, landsskógarvørður sigur, at hetta er enn eitt prógv um, at undir teimum røttu umstøðunum ber væl til at framleiða tann viðarvøkstur her á landi, ið tørvur er á. Soleiðis ber eisini til at minka um vandan fyri innsløddum plantusjúkum og øðrum óynsktum skaðavoldarum, umframt at flutningurin úr útheiminum verður spardur.