Rigga til í Klaksvík

Í løtuni verður síðsta hond lagt á fyrireikingarnar til Summar Festivalin, ið byrjar klokkan átta í kvøld.

Festivaløkið í hjartanum í Klaksvík byrjar at taka skap, nú tað einans eru nakrar fáir tímar áðrenn ársins festivalur byrjar.


Básar verða settir upp, Hvonn riggar síni mattjøld til, vegir verða stongdir av fyri ferðslu og pallarnir verða so líðandi settir upp, meðan alsamt fleiri fólk finna veg inn á økið við tjøldum, húsvognum og øðrum.


Stóri pallurin á Vágsbø er ikki heilt liðugur enn, men verður settur upp nú, so hann verður klárur til fyrstu konsertina á bønum klokkan 22.00. Tá er tað Lukas Graham, eitt av høvuðsnøvnunum á ársins festivali, ið traðkar á pall.


Fyrstu konsertin í kvøld byrjar klokkan 20.00, tá 15 ára gamla Annika Malunardóttir fer at framføra á Torginum.