- Riggaði ikki í dag

- Í dag riggaði ikki hjá okkum. Vit fylgja væl við fyrstu løtuna, og Finnur Hansson fær nøkur góð mál. Men so bakkaðu teir longur inn í verjuni og fingu betri tak á Finni, segði Regin Didriksen hjá StÍF eftir dystin.

- Okkara álop var ov einstáttað í dag. Verjan koydi heldur ikki nóg væl, so tað var ikki okkara dagur í dag.
Regin heldur tó ikki, at meistarastríðið er avgjørt.- Nú liggja teir rættiliga væl fyri í oddinum, og vit eru als ikki so tryggir. Men vit fara at stríðast. Hetta er einans fyrsti dystur í endaspælinum