Riel seldur fyri milliónir

Fyrrverandi B36-spælarin er seldur til AGF, og hann var ikki bíligur.

Stutt áðrenn flytingarvindeygað í donskum fótbólti lat aftur á midnátt fyrrakvøldið, skrivaði AGF undir sáttmála við framherjan André Riel, ið teir keyptu frá Superliga-kappingarneytunum úr FC Helsingør.


André Riel er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Eitt skifti í seinnu hálvu í 2009 spældi hann nevniliga við B36. Hann var tá 19 ára gamal og spældi tilsamans seks dystir fyri B36 – fimm á besta liðnum og ein á næstbesta.


Tann nú 27 ára gamli áleyparin var í fjør ein av høvuðsorsøkunum til, at FC Helsingør flutti upp í Superliguna. Hann var toppskjútti við níggju málum, og fyrstu sjey dystirnar í Superliguni hevur hann skotið fýra mál.


Máltevið og kviklekin var ein av orsøkunum til, at AGF nú keypti André Riel. Sambært serfrøðingunum hjá Viasat, Peter Graulund og Per Frimann, so hevur André Riel kostað ímillum tvær og tvær og eina hálva millión krónur.