Ridluskriði staðfestur í Danmark

Í sambandi við, at royndir vórðu tiknar av einum sjálvdeyðum seyði í Kjellerup við Viborg, er Scrapie - ella Ridluskriði - nú fyri fyrstu ferð staðfest í Danmark.

Seyðurin kom úr einum flokki uppá 17 seyðir. Á kanningarstovum bæði í Danmark og í Onglandi varð óvanliga slagið av ridluskriða staðfest. Av Heilsufrøðiligu Starvstovuni verður sagt, at talan er ikki um eitt álvarsamt ella serliga smittandi slag av sjúkuni.