Í farnu viku bendi alt á, at innanhýsis stríðið í SEV fór at enda við, at Klæmint Weihe fór at verða koyrdur frá sum stjóri, og at Leivur Hansen misti sessin sum stýrisformaður. Men nú hevur stríðið tikið eina aðra gongd.
Hava tryggjað sær neyðugu undirskriftirnar
Leivur Hansen, stýrisformaður, sigur, at minnilutin í SEV-stýrinum - tað eru umframt Leiv sjálvan, Kristian Fríðrik Olsen og Poul Arne Jacobsen, hevur tryggjað sær tær neyðugu 24 undirskriftirnar í umboðsnevndini, sum skulu til fyri at krevja nýval av stýrinum.
Fyri at krevja nýval av SEV-stýrinum, skal ein triðingur av limunum í umboðsnevndini skriva undir hetta krav. Vit hava í øllum førum tryggjað okkum tær neyðugu 24 undirskriftirnar, og tær fari eg at handa umboðsnevndarformanninum, Hans Tausen Olsen, fríggjadagin, sigur Leivur Hansen, sum enn ikki dugir at siga, um teir hava tryggjað sær avgjørdan meirilut í umboðsnevndini.
Leivur verður vinnarin
Fríggjadagin var fundur í SEV-stýrinum, og eftir tann fundin handaði minnilutin í stýrinum Hans Tausen Olsen eina áheitan um at kalla inn til eykafund í umboðsnevndini beinanvegin.
Dagsskráin, sum minnilutin vil hava til eykafundin í nevndini, inniheldur millum annað viðurskiftini hjá umboðsnevndarformanninum yvir fyri stýrinum. Somuleiðis er eitt punkt á dagsskránni, ið snýr seg um, hvørt nýggjur umboðsnevndarformaður skal veljast. Tað er eisini sett á dagsskránna, um nýtt stýri skal veljast.
Um Leivur Hansen og hinir í minnilutanum í SEV-stýrinum tryggja sær meirilutan í umboðsnevndini, so er ógvuliga sannlíkt, at Hans Tausen Olsen verður koyrdur frá sum umboðsnevndarformaður. Eisini er tað sannlíkt, at stýrið síðani verður valt av nýggjum, og tá fær Leivur Hansen kanska meirilutan í einum nývaldum stýri.
Á henda hátt kann staðfestast, at Leivur Hansen við taktiskum snildi hevur tryggjað sær formanssessin í SEV-stýrinum, og samstundis sleppur hann av við summar av teimum, ið hann hevur havt mesta stríðið av.
SEV-stýrið fer á fund aftur komandi fríggjadag, og tá verður hildið fram við tí dagsskrá, sum var á fundinum farna fríggjadag. Hetta fundarvirksemi er tó til fánýtis, um so er, at SEV-stýrið verður koyrt frá á næsta umboðsnevndarfundi.