6-MANNAFØR MENN: Tað man vera sjáldan, at ein róður verður vunnin við so sannførandi avriki, sum miðvingar umborð á Riddaranum megnaðu í dag.
Tað kundi havt endaði heilt galið hjá Riddaranum, tí hann hekk eftir, tá ið startskotið gelti í fyrstu atløgu, og tá skeyt dómarin róðurin av. Í aðru atløgu sprakk Riddarin avstað, og tað var ongantíð nakar ivi um, at Riddarin fór at vinna. Spurningurin var heldur, um sigurin fór at vera eins sannførandi, sum hann var á Sundalagsstevnu, tá ið Riddarin var átta sekund frammanfyri næsta bátin.
Munurin var nett tann sami hesa ferð, sum hann var á Sundalagsstevnu. Lómur av Argjum var næstfremstur, og hann var sannførandi frammanfyri Smyril, sum endaði á bronsuplássinum.
Merkisvert er tað, at tað eru tríggir suðuroyingar umborð á Riddaranum, og harvið var talan so at siga um hálvan heimasigur.
1 Riddarin 06:59.16
2 Lómur 07:07.14
3 Smyril 07:16.01
4 Skúgvur 07:21.08
5 Gongurólvur 07:26.08
6 Tvørabáturin 07:33.00
7 Húsfrúgvin 07:38.18
1 Riddarin 21
2 Lómur 18
3 Smyril 15
4 Tvørabáturin 9
5 Skúgvur 9
6 Gongurólvur 9
7 Húsfrúgvin 1