Miðvingar hava longu nú prógvað, at fólk aftur í ár skulu rokna við Riddaranum.
Í fjør tók tað sína tíð, áðrenn báturin úr Miðvági veruliga fór at gera um seg, men í ár tóku tey umborð av longu í fyrsta róðrinum.
Tvørabáturin royndi at muta ímóti eitt petti av teininum, men seinasta langa pettið var lítil og eingin ivi um, at tað var Riddarin, sum átti bestu manningina á degnum.
6 mannafør menn
1 Riddarin 07:15.01
2 Tvørabáturin 07:18.16
3 Smyril 07:23.09
4 Gongurólvur 07:26.02
5 Skúgvur 07:28.05
6 Rádni 07:29.14
7 Jarnbardur 07:31.03
8 Sundabáturin 07:32.14
9 Lómur 07:34.02
10 Fortuna 07:38.01
11 Hósvíkingur 07:38.02
12 Lokkin 07:45.10










