Leiðarin fyri Færøernes Kommando, Christian Nørgaard, er av kongshúsinum heiðraður við riddarakrossinum af 1. grad av Dannabrogsordenen. Heiðurin varð staðfestur í gjár, tá ríkisumboðsmaðurin, Søren Christensen, læt krossin til Christian Nørgaard.
Tað var Christian tann 5., sum í 1671 stovnaði Dannebrogsordanin, men ikki fyrr enn í 1693 varð heiðurin alment viðtikin. Eftir franskari fyrimynd er hetta síðani broytt, soleiðis at heiðurin verður býttur í ymisk stig, og verður hetta fyrst og fremst nýtt at heiðra donskum statsborgarum. At byrja við kundu bara mannfólk verða heiðrað við hesum, men tann 10. oktober í 1951 varð viðtikið, at konufólk eisini kundu heiðrast.