Jógvan á Lakjuni og Johan Dahl.
Teir báðir kunnu kalla seg ávíkavist løgtingsformaður og landsstýrismaður í Vinnumálum.
Men umframt hesi fínu heiti, hava teir eisini fingið meiri tignarlig heiti at prýða seg við. Tí leygardagin vóru teir báðir heiðraðir við riddarakrossinum av Dannebrog, boðar heimasíðan hjá danska kongshúsinum frá.