Amerikanska tónleikaritið Billboard Magazine veit at siga, at amerikanski produsarin Rick Ruben hevur gjørt samstarvsavtalu við altjóða plátufelagið Columbia Records. Júst hvat hetta samstarvið fer at snúgva seg um, er óvist enn, men hetta verður mett sum stórtíðindi innan tónleikaídnaðin, tí Rubin verður mettur sum allarhelst fremsti tónleikaprodusari seinastu mongu árini. Columbia Records hevur sent út alment skriv, har váttað verður, at Rubin fer í eitt ?dynamiskt og skapandi samstarv? við stjóran í Columbia Steve Barnett og arbeitt fer at vera eftir einum nýggjum leisti. Rick Rubin hevur ein ørgrynnu av aljtóða nøvnum, sum hann hevur produserað fyri. Mest umtalu seinnu árini hava upptøkurnar, hann gjørdi við Johnny Cash ? American Recordings ? fingið. Onnur nøvn, ið hava notið gott av hansara hegni, eru Red Hot Chili Pepper´s, The Black Crowes, Slayer, Danzig og U2. Hóast Rubin nú hevur bundið seg til Columbia Records, fer hann framvegis at produserað fyri bólkar, ið hava avtalur við onnur feløg ? teirra millum Linkin Park og Metallica, sum hann er í gongd við júst nú.
Niclas Johannesen