Eykaaðalfundur hevur verið í Føroya Fiskavirking í dag, har øll nevndin varð koyrd frá og nýggj nevnd er vald. Richard Mortensen er nevndarformaður. Hinir nevndarlimirnir eru: Frithleif Olsen, Jónsvein Knudsen, Eyðun Olsen og Leif Abrahamsen
Fíggjarliga støðan hjá Faroe Seafood hevur ikki verið góð seianstu tíðina. Rakstrarhall seinastu árini saman við stóru íløgunum í skip bera í sær, at skuldin í Faroe Seafood er nógv økt. Samlaða skuldin er nú 560 milliónir krónur.
Nýggja nevndin sigur, at hon fer nú at planleggja framtíðina saman við leiðsluni, so Faroe Seafood aftur kann gersta ein lønandi fyritøka.
Einki verður sagt um, hvørt leiðslan eisini verður skift út, men tað verður so upp til nýggju nevndina.
Høvuðspartaeigararnir í Faroe Seafood eru:
Notio Seafood 29%
Framtak 27%
TransFarex 24%
Traustfang 14%
SP/F 29032006 5%
Vinnan 2%