Richard Mortensen farin frá sum stjóri í FT Samskifti

Nevndin í FT Samskifti hevur avgjørt at seta nýggja leiðslu í felagnum, sum skal vera við til at tryggja samtakinum Føroya Tele eina nýggja felags kós frameftir. Richard Mortensen er í hesum sambandi í semju við nevndina farin úr stjórastarvinum, og nevndin í FT Samskifti fer nú at leita eftir nýggjum stjóra Samtakið Føroya Tele setir nýggja felags kós fyri móðurfelagið og dótturfeløgini, og í hesum viðfangi skal FT Samskifti, sum er eitt av dótturfeløgunum, hava nýggja leiðslu.

Richard Mortensen, sum hevur verið stjóri í FT Samskifti, síðani Føroya Tele var skipað sum samtak í 2005, er í hesum sambandi í semju við nevndina farin úr stjórasessinum. Samstundis verða marknaðardepilin og søludepilin í FT Samskifti lagdir saman.

Nevndin í FT Samskifti fer nú at leita eftir nýggjum stjóra. Kristian R. Davidsen, sum er nevndarformaður í FT Samskifti og samtaksstjóri í Føroya Tele røkir stjórastarvið, til nýggjur stjóri ella fyribilsstjóri er settur.

Samtakið Føroya Tele er skipað sum eitt móðurfelag og fýra dótturfeløg. Móðurfelagið nevnist P/F Telefonverkið, og FT Samskifti er dótturfelagið, sum hevur um hendi alla sølu av fjarskiftistænastum. Hini dótturfeløgini eru netfelagið, FT Net, Televarpið og Formula.fo, sum Føroya Tele fyri stuttum keypti meirilutan av.

Føroya Tele er í eini arbeiðstilgongd, har leiðslan leggur nýggjar ætlanir fyri alt samtakið, ið verða grundarlagið undir víðari menningini av Føroya Tele, sum framhaldandi verður fremst í framburðinum m.a. við áhaldandi at víðka heimamarknaðin út um landoddarnar.