Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin, Richard Møller Nielsen, andaðist 76 ára gamal. Hann hevur verið sjúkur í longri tíð. “Ricardo”, sum hann eisini bleiv nevndur, er helst best kendur fyri at hava staðið á odda fyri danska landsliðnum, sum í 1992 púra óvæntað vann EM í Svøríki.
Danmark var tá í bólki við Føroyum, sum tá var við á fyrsta sinni í altjóða fóbólti. Danmark vann fyrra dystin móti Føroyum í Parkini 4-1. Allan Mørkøre skoraði føroyska málið. Í seinna dystinum í Landskrona vann Danmark 4-0.
Richard Møller Nielsen hevur eisini vunnið danska meistaraheitið við tvær ferðir við OB, umframt at hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Finnlandi og Ísrael.
Sonur hansara, Tommy Møller Nielsen, var í 1992 venjari hjá MB í Miðvági.










