Richard Mikkelsen deyður

Fyrrverandi danski tjóðbankastjórin, Richard Mikkelsen, andaðist 2. juni

Richard Mikkelsen, fyrrverandi bankastjóri, andaðist mikudagin. Hann gjørdist 84 ára gamal.
Føroyingar kenna Richard Mikkelsen fyri leiklut hansara í samband við Fíggingargrunnin frá 1992, sum varð settur á stovn í kjalarvørrinum av kreppuni sum var, tá føroysku peningastovnarnir komu í fíggjarliga trupulleikar.
Hóast atfinningarnar at arbeiðshátti hansara vóru hvassar frá føroyskari síðu, helt hann alla sína tíð fast við, at tað, hann gjørdi, var rætt.
Richard Mikkelsen gav í 2001 út bók um bankamálið, sum hann nevndi »Færøerne i bankkrisens tegn«, har hann segði sína hugsan um hetta mál.
Richard Mikkelsen var aftur í Føroyum, stutt áðrenn hann doyði.