Gitnii amerikanski sangarin, Richard Marx, sum javnan var at hoyra í áttatiárinum við kendu løgunum »Right Here Waiting«, »Endless Summer« og »Hazard«, vildi ynskt, at »Josephine« hjá Teiti, var eitt av løgunum, hann sjálvur hevði skrivað. 47 ára gamli Richard Marx, sum hevur selt yvir 30 milliónir fløgur, er sigur seg vera stóran fjeppara hjá Teiti.
Richard Marx hevur fyri kortum givið út kendastu løg síni á nýggjari fløgu, og hann segði í samrøðu við BT, at tað kendist væl, eftir at hann var sera væl móttikin av áhoyrarum í Vejle, har hann hevði konsert.
Víðari skrivar BT, at á hotelkømurunum lurtar Richard Marx ikki eftir sínum egnum løgum, men føroyska Teiti. Síðani Richard Marx hoyrdi lagið Josephine« hjá Teiti, er hann fallin fyri honum, hann fekk ikki lagið úr høvdinum aftur. Tá hann hoyrdi lagið, skrivaði hann tekstin niður og googlaði eftir lagnum.
- Og soleiðis fann eg Teit, sigur Richard Marx, sum heldur, at Teitur er eitt sera stórt talent.