Richard Keys takkar fyri seg

Søgan um ósømuligu viðmerkingarnar og ósømuliga atburðin hjá Andy Gray og Richard Keys ?off-air? heldur fram. Í gjár valdi Richard Keys at takka fyri seg á SkySports. Sostatt verða ímyndirnar av Premier League á Skysports ikki at síggja ella hoyra aftur á hesum sinni.

 

Fyrr í vikuni var Richard Keys gestur í sending hjá BBC, sum hevur heitið; ?talkSport.? Richard Keys segði í sendingini, at hann hevur sagt orsaka við Sian Massey, sum var kvinnuligi linjuverjin, ið Andy Gray og hann høvdu sagt ymiskt óhóskandi um. Richard Keys bað eisini um umbering í sendingini, men segði eisini, at onkur í SkySports vil teimum ilt. Fyribils hava trý sjónvarps og ljóðbrot sæð dagsins ljós, har vertirnir báðir vísa óhóskandi mál- og atburð um konufólk.

 

Sum portalurin skrivaði fyrr í dag, so umhugsar Andy Gray at stevna SkySports. Hann hevur illgruna um, at onkur hevði í sinni at fáa hann frá.