Tað undrar meg eisini, at Richard Danielsen leggur eftir mínum persóni og kallar meg bæði líkt og ólíkt, uttan at eg mær vitandi havi lagt hann undir nakað sum helst. Tað sigur eisini nakað um mannin, at hann, heldur enn at viðgera tað, sum eg skrivi, leggur meg undir at samstarva við hin versta. Men tað, sum undrar meg mest er, at ein persónur, sum sigur seg vera kristnan og heldur alla Bíbliuna vera innblásta av Gudi, leggur meg undir at vera eitt amboð hjá “Satan” og “Antikrist”. Og ikki havi eg gjørt annað enn ummælt eina nýggja bók.
Richard Danielsen átti heldur at fylgt boðunum hjá Jesusi til jødarnar viðvíkjandi kvinnuni, sum varð tikin í hordómi: “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana” (Jóh. 8:7). Tá Richard Danielsen kortini m.a. leggur meg undir at vera Satans amboð, so tykist tað einans kunna tulkast upp á tveir mátar: Antin heldur hann seg sjálvan vera syndaleysan, ella eisini havi eg (sum rætt er) sannført hann um, at hesi orðini í Jóhannesevangeliinum ikki hoyra heima í Bíbliuni.
Richard Danielsen sannførir ongan við álopum á mín persón; hann avdúkar einans sítt egna máttloysi. Hann skal tó hava tøkk fyri, at hann telist millum mínar mest trúføstu lesarar. Eg ivist kortini í, um skilvísar grundgevingar rína við Richard Danielsen, men øðin, sum hann leggur fyri dagin í sínum álopum á mín persón, bendir á, at mínar greinar veruliga hótta ta bíbliu- og kristnifatan, hann stendur fyri. Men tað er ikki mín trupulleiki; tað er hansara egna máttloysi.
Hóast innihaldið er ófantaligt, so fari eg ongantíð at kenna meg ærumeiddan av nøkrum, sum Richard Danielsen skrivar um meg. Tað er bara ein sannroynd, at tað verður torført at menna religiónskjakið í Føroyum, um seriøs bløð verða fylt við tílíkum ósømiligum møsni (eg finni einki betri orð), sum nevndu grein hjá Richardi Danielsen í Sosialinum og Dimmu 3. og 4 september.