Rice í Georgia

Amerikanski uttanríkisráðharrin er komin til Georgia at royna at fáa eina aðra avtalu millum Georgia og Russland Condoleezza Rice, sum kom til Tblisi í dag, fer at royna at fáa georgiska forsetan, Mikhail Saakasjvili, at taka undir við at víðka vápnahvíldaravtaluna við Russland.

-Eg fari nú at tosa við forsetan um eitt hugskot, sum franska stjórnin er komin við, og sum miðjar eftir at fáa Russland at taka sínar hermenn aftur skjótast gjørligt, segði Rice, tá hon kom til Georgia.

Hon legði dent á, at USA fer ongantíð at trýsta Georgia til at góðtaka nakað ímóiti landsins vilja og áhugamálum.