Ribery skal halda munn

Karl-Heinz Rummenigge er troyttur av franska Franck Ribery, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at FC Bayern skal keypa ávísar navngivnar franskar spælarar. - Vit hugsað altíð um nýggjar spælarar, men mær dámar ikki, at spælarar fara út alment við sínum tankum um, hvørjar spælarar vit skulu keypa, sigur Rummenigge. Ribery hevur nevnt Sebastian Frey og Jeremy Toulalan sum tveir spælarar, ið Bayern skuldi keypt.