Tíðin sum landsliðsleikarar eru kanska farin hjá Karim Benzema og Franck Ribery. Tí Fernand Duchaussoy, sum er favorittur at gerast nýggjur forseti fyri franska fótbóltssambandið, boðar í hvussu er frá, at verður hann valdur, skal málið takast upp við viðgerðar.
Orsøkin er málið, har teir báðir landsliðsleikararnir eru skuldsettir fyri at hava havt kynsligt samband við eina gentu undir seksuella lágaldurin.
Roknað verður við, at Duchaussoy tekur yvir frá Jean Pierre Escalettes, sum tók seg aftur eftir skammiligu HM-kappingina í Suðurafrika, har Frakland ikki bert reyk út eftir bólkaspælið, men hópurin eisini varð raktur av heimsening og verkfalli.
Ribery var við til HM, men Benzema varð ikki úttikin eftir eina vánaliga kapping í Real Madrid.Politiið hevur fyrr í vikuni skuldsett báðar í málinum um ungu skøkjuna.
67-ára gamli Fernand Duchaussoy er í løtuni forseti fyri amatørdeildini og varaforseti í FFF.
Verði eg valdur itl forseta, fari eg at taka stig til at umrøða teir báðar leikararnar við nýggja landsliðsvenjaran, Laurent Blanc, sigur Duchaussoy.
Ribery hevur fyri langt síðani viðgingið, at hava verið í song við gentuni. Hann avsannar tó, at gentan var undir seksuella lágaldurin.
Verða Benzema og Ribery dømdir, kunnu teir risikera fongsul í upp til trý ár.
Frakland spælir sín fyrsta dyst undir Laurent Blanc 11. august mótir Noregi, skriva donsk bløð.









