Ribery hevði væntað meira

Í farnu viku var Cristiano Ronaldo valdur til besta spælara í Europa farna árið. Franski Franck Ribery endaði á 16. plássi í atkvøðugreiðsluni, og tað helt hann verða órættvíst. - Skal eg var erligur, so eri eg vónbrotin av mínari plasering. Eg hevði uppiborið betur úrslit enn hatta. Men tað skal ikki steðga mær í at arbeiða har í framtíðini fyri at gerast betri, sigur Ribery við L’Equipe.