Týskvøldið 25. mars fara leikararnir, sum vanliga halda til í Losjuni í Gøtu at frumframføra sangleikin "Oliver Twist" í teimum nýggju felagshúsunum hjá Víkingi í Norðragøtu.
Leikstjóri er Ria Tórgarð, sum hevur stríðst við at leikstjórna heili 59 leikarum, sum hava størri og minni leiklutir í sangleikinum.
Tað hevur eydnast Riu at finna nakrar stórar persónligheitir at spæla leikin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við Riu Tórgarð, har hon m.a. fortelur um onkran fyrrverandi landspolitikkara, sum skal royna seg á palli í sangleikinum "Oliver Twist".