Ári Mohr Jónsson er byrjaður at venja við hinum á liðnum, eftir at hava sitið uttanfyri í næstan eitt ár, eftir at krossbandið í øðrum knænum slitnaði í dysti fyri norska felagið Sandnes Ulf.
- Eg hevði mína fyrstu venjing við liðnum í dag og tað gekk orduliga væl. So nú royna vit spakuliga at byggja meira og meira á. Men eg verið nokk ikki tøkur til dyst, fyrr enn aftaná summarferiuna, sigur Ári Mohr Jónsson við In.fo í dag.
Hann hevur framvegis sáttmála við Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu deildini í Norra. Málið er at koma fyri seg og so fáa nakar dystir í seinnu hálvu.
##med2##
Støðan har Ári Mohr Jónsson gjørdist skaddur, hendi í einum dysti í juni í fjør, tá Ári Mohr Jónsson stóð fastur í vøllinum. Ári Mohr Jónsson visti beinavegin, at talan helst var um álvarsaman skaða.
- Tað sum hendi var, at eg skifti rætning og í tí eg seti av, situr beinið hjá mær fast í vøllinum, og eg hoyri eitt orduligt brak í knænum. Eg visti beinavegin, at tað ikki var serliga gott, men eg hopaði alla tíðina uppá at tað bara ljóðaði ógvusligari enn tað var, men tað var tað tíverri ikki, segði Ári Mohr Jónsson við In.fo tá.
Eftir skaðan bleiv knæið skannað og tað vísti seg, at Ári M. Jónsson hevði slitið krossbandið, báðir meniskarnir vóru farnir og at hann hevði eitt brot í knænum. Nú er vón fyri framman fyri vinstra bakkin í Sandnes.