Ári tigur

Roysningurin Ári hevur ikki sent síðan 25. apríl, og helst er sendarin slóknaður Tað var tó ikki til fánýtis, at sendari varð settur á roysningin. Tá ið hann seinast sendi, var hann komin upp til Svalbard.

Royndir vórðu tiknir av roysninginum, meðan hann var í Føroyum, og næsta stigið verður at kanna ættarbregði, at vita um hann hoyrir til stovnin við Grønland ella við Svalbard.

Men tað verður ikki gjørt fyrr enn í heyst, upplýsir Bjarni Mikkelsen, livfrøðingur og granskari á Føroya Náttúrugripasavni.