Ári Rouch er settur sum samskipari hjá Hondbóltssambandið Føroya. Hann tekur við starvinum, nú Poul Magnussen er givin sum skrivstovumaður.
Starvið sum samskipari krevur millum annað dagføringar av úrslitatænastuni, skipa fyri kappingum, avgreiða spæliloyvi, kærur og annað.
Ári Rouch er útbúgvin í løgfrøði við almennari fyrisiting sum sergrein. Hann spældi nøkur ár við besta liðnum hjá Neistanum, og hevur seinastu árini stjórna donsku útisetunum í ÍF Føroyum. Komandi kappingarár skal hann venja hjálparvenjari hjá Neistanum.