Talan er um Bernie McGrath, sum rekur bookingfelagið MILive.
Hann kemur at lurta, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóðað, og hvør veit, um tað kann hava við sær uppgávur fyri føroyskan tónleik í Írlandi.
Umframt írska umboðsmannin, koma eisini fleiri danskir festivalfyrireikarar og tónleikafólk, og nú verður arbeitt við at fáa samband við norskan festival eisini.