Árið hevði ikki so øgiliga nógv at bjóða

- Vónirnar fyri 2021 eru sera góðar. Eg vænti, at alt kemur upp á pláss aftur í 2021, sigur Jan Gardar.

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?

- Eg haldi nýggjár heima saman við familjuni. Vit eta ein góðan bita og hugna okkum síðan alt kvøldið. Av tí, at eg eri einsamallur hani heima, verður ikki brúkt so nógv tíð upp á fýrverk, men tað hava vit tað fínt við.

Tað sigur Jan Gardar, ið allir føroyingar kenna, sum vertur í Gekka-spælinum hjá KvF.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?

- 2020 hevur ikki havt so øgiliga nógv at bjóða upp á, men tó so hevur korona gjørt, at eg havi verið meira heima, enn eg annars plagdi at vera.

Og hvat var tað keðiligasta í 2020?

- Eingin ivi. Tað eru allar avmarkingarnar, sum hava verið í árinum.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?

- Vónirnar eru sera góðar. Vænti, at alt kemur upp á pláss aftur í 2021. Okkum dámar, sum so mong onnur, at ferðast, og tað vænti eg fer at eydnast einaferð í 2021.

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?

- Eg havi ongantíð givið nýggjárslyfti, so tað leypi eg eisini um fyri 2021, sigur Jan Gardar.