Ári heldur fram sum formaður

Nevndin í FS Vágum 2004 hevur skipað seg eftir aðalfundin í farnu viku. Allir teir fimm menninir, sum hava sitið í nevndini seinastu tíðina, vóru afturvaldir, og Albert Ári Thomassen heldur fram sum formaður

Atli Gregersen er peningarøkil, Heðin Jørgensen skrivari, og Heini Holm og Bjarni Prior eru nevndarlimir.
FS Vágar 2004 spælir í næstbestu føroyski deildini, og Bill McLeod Jacobsen heldur fram sum venjari hetta kappingarárið. Málið hjá FS Vágum er uppflyting til bestu deildina.