Ári fer norðureftir

Roysningurin Ári, sum fyrst helt til í Norðoyggjum og síðan við Ljósá, stevnir nú beina leið norðureftir Nýggi sendarin, sum settur varð á hann, meðan hann helt til við Ljósá, riggar framvegis.

Tá ið Ári fór úr Føroyum, legði hann leiðina móti Íslandi. Hann legði ikki inn í Íslandi, men fór norðurum, so suðureftir, og í gjárkvøldið segði sendarin, at hann nú stevnir beina leið norðureftir.

Á Náttúrugripasavninum eru tey spent at frætta komandi dagarnar, um hann heldur hesa kós, og um málið hjá honum er Jan Main ella kanska Svalbard.