árið er ikki liðugt

Flogbóltur: Hóast tapið fyri tvørakvinnum í steypafinaluni, so sigur liðskiparin hjá Drátti, Herborg á Mýrini, at kappingarárið hjá teimum er alt annað enn liðugt

Tað var ein ikki sørt vónbrotin liðskipari hjá Drátti, Herborg á Mýrini, ið Sosialurin hitti beint eftir at ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, hevði handað heiðursmerkir og steyp leygardagin.

Alt ov nógvar nervar
Bert eina viku undan finaluni hevði Dráttur vunnið trygt á júst TB, so hvussu kann tað bera til, at TB vann so sannførandi í finaluni spurdu vit Herborg: - Vit høvdu alt ov nógvar nervar undir dystinum, og av tí sama vóru tað fleiri, ið eisini vóru bangnar fyri at spæla. Nógvi gangurin í høllini nervaði okkum eisini, tí vit fingu næstan ikki tosað saman undir dystinum, sigur Herborg.
Eisini sigur liðskiparin hjá Drátti, at eftir hennara tykki blivu alt ov fáir spælarar brúktir í dystinum, og alt ov stór ábyrgd lá á útlendsku stjørnuni hjá liðnum, Nicolinu Alter. Hetta sást eisini aftur í spælinum, tí tey allarflestu uppleggini lógu til Nicolinu, sigur Herborg á Mýrini.
Men er kappingarárið hjá Drátti nú komið at enda, ella hava tær nakað at berjast fyri framvegis? - Árið er als ikki liðugt fyri okkara viðkomandi, sigur Herborg og leggur afturat, at einki av hinum liðunum skal rokna við at fáa nakað sum helst forerandi frá teimum í teimum umførunum, ið eru eftir at leika.