Árið endaði illa hjá Frem

Síðstu dysturin hjá Jón Róa Jacobsen, Atla Danielsen og hinum í Frem varð í Jútlandi ímóti oddaliðnum, Viborg. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 4-0 sigur til Viborg, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Frem byrjaði illa í báðum hálvleikum. Longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum, vóru teir aftanfyri. Og longu tá fýra minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki hevði Viborg økt til 2-0. Tá gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá Frem, og teir grønu úr dómkirkjubýnum øktu til bæði 3-0 og 4-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Gongdin hevur annars verið góð hjá Frem seinastu tíðina. Aftaná fyrstu sjey umførini høvdu teir bert tvey stig. Stigatalvan aftaná 15 umfør, og hálva kapping vísir nú 18 stig, og er tað samanumtikið nøktandi.