Ári byrjar inni fyri Silkeborg

Ári Mohr Jónsson verður millum teir ellivu, sum byrja inni hjá Silkeborg í Superliga dystinum móti FC Midtjylland. Gunnar Nielsen stendur í málinum, meðan Christian Lamhauge Holst er á bonkinum.

 

Silkeborg hevur at kalla ongan møguleika fyri at bjarga sær í Superliguni. Hamarin fall, tá Silkeborg tapti fyri AC Horsens í farna umfari. Tá fekk Ári Mohr Jónsson sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri Silkeborg í Superliga samanhangi.

 

Til dystin í dag hevur venjarin hjá Silkeborg, Viggo Jensen, hildið fast við tað broytingina, so Ári Mohr Jónsson fær sín fyrsta dyst frá byrjan.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.00.

 

Liðið hjá Silkeborg sambært heimsíðuni hjá Silkeborg:

1. Gunnar Nielsen

6. Daniel A. Pedersen

9. Marvin Pourié

10. Jesper Bech

13. Sune Kiilerich

14. Dennis Flinta

20. Frank Hansen

22. Martin Svensson

23. Jeppe Illum

24. Nicolaj Køhlert

28. Ari Mohr Jónsson

 

Á bonkinum:

31. Nicolai Flø

7. Christian Holst

8. Bjarni Vidarsson

27. Daniel Flyger

29. Morten Andersen

33. Robert Skov

 

Mynd: (www.silkeborgik.dk) Ári Mohr Jónsson(t.h)