Árið bjargað

Ein av stóru profilunum hjá vinnandi liðnum, var Hans Pauli Samuelsen. Hann var rættiliga í hopla ein yvirgang í fyrra hálvleiki, tá hann bæði skoraði eitt framúr mál og var við í uppspælinum til eitt annað. Hann gjørdist eitt sindur anonymur í seinna hálvleiki, men var kortini maðurin, sum stóð fyri upplegginum til fjórða málið hjá EB/Streymi.

- Hetta var gott. Hetta bjargar árinum hjá okkum, tí tapið móti HB seinasta sunnudag gjørdi helst, at vit ruku út úr kappingini um meistaraheitið. Vit hesum sigrinum í steypafinaluni, sleppa vit út í Europa at spæla komandi ár, og tað hevur stóran týdning, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Um sítt egna mál í dystinum segði Hans Pauli:

- Eg fekk ein bólt í vinstru síðu, og so gjørdi eg eina »Ronaldo«-fintu, sum eg ofta plagi, og tað lukkaðist væl. Eg slapp framvið Mortani (úr Hørg), og so var bara at skrúva bóltin framvið Tróndi í HB-málinum.

Miðvallarleikarin hjá EB/Streymi sigur, at teir vóru ógvuliga uppsettir at vinna hendan dystin, og tá tað eydnaðist, merkti tað samstundis, at fyrsta gullið kom í hús hjá felagsliðnum.