Fiskivinna
Í roknskapargreiningini yvir fiskiskipaflotan, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt, eru við fáum undantøkum øll skip tikin við, sum eru omanfyri 110 tons ella hava eina maskinorku, sum er størri enn 400 hk.
Hetta er sambært flokkingini av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Aftrat almennu ársroknskapunum hjá teimum feløgum, sum eiga skipini, hevur grannskoðarafelagið eisini fingið upplýsingar um veiðinøgd, nettosølu og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri heildarmyndina.
Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí tað eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í partafeløg ella smápartafeløg við skyldu at lata inn almennan ársroknskap.
Egnar niðurstøður
- Í greiningini hava vit lagt dent á at lýsa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi 5 árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskivinnuni, hava vit somuleiðis valt at leggja tølini fyri allar skipabólkar saman, sigur grannskoðarafelagið.
Felagið vísir á, at dentur er lagdur á at geva teimum, sum lesa tilfarið, møguleikan fyri at gera sínar egnu niðurstøður.
- Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast í ymsar ættir, men vit kunnu staðfesta, at sera stórar broytingar eru farnar fram árini, 2000-2004.
Rasmussen & Weihe ásanna, at fiskiskipaflotin sum heild hevur havt eina stóra framgongd í tíðarskeiðnum, 2000-2001, men árini 2002, 2003 og 2004 hevur gingið støðugt afturá.
- Afturgongdin er stór frá 2001 til 2002 og frá 2002 til 2003.
Felagið ásannar, at afturgongdin í fiskivinnuni er høvuðsorsøkin til, at støðuga framgongdin í búskapinum er vend til eina afturgongd.
- Roknskapargreiningin fevnir ikki um 2005, men tað eru ábendingar um, at árið 2005 verður lakari enn 2004 hjá teimum flestu skipabólkunum, heldur grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe.










