Alivinna
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum hjá Føroya Havbúnaðarfelag seinasta fríggjadag. Allir vórðu afturvaldir, og í nevndini sita: Hans Jacobsen, formaður, Atli Gregersen, Suni Durhuus, Høgni Jacobsen og Grímur Rasmussen. Sum tiltakslimir vórðu valdir Bogi Jacobsen og Heini Gregersen.
Havbúnaðarfelagið hevði bjóðað landsdjóralæknanum, Bjørn Harlou, løgmanni, Anfinni Kallsberg og Per Dag Iversen, projektleiðara hjá FHL í Noregi, við á fundin.
Løgmaður hevði innlegg um marknaðaratgongd føroyinga, og Bjørn
Harlou tosaði um ILA. Per Dag Iversen greiddi frá teirra royndum við dumpingmálum.
Vánaligt ár
Í ársfrágreiðing felagsins verður ásannað, at farna ár eisini hevur verið merkt av ILA og BKD, sum viðførdi stórt felli fyri fleiri alibrúk. Lági prísurin fylgdi eisini við langt út á heystið, og tí vóru øll útlit til eitt vánaligt ár hjá føroysku alivinnuni.
Felagið sigur, at nøgdin, sum tikin varð í 2002, var í kruvdari vekt 36.863 tons av laksi og 8.362 tons av sílum.
- Vit væntaðu, at nøgdin av laksi fór at verða størri, men av tí, at ILA sjúkan herjaði, varð fiskurin tikin skjótari og við einari lægri miðalvekt. Útflutningurin fyri laks minkaði í nøgd í mun til 2001, sjálvt um stykkini vóru fleiri.
Felagið fegnast tó um, at útflutningsvirðið er eitt vet hægri í 2002
enn undanfarna ár. Orsøkin er ein lutfalsliga stór nøgd av sílum.
- Útflutningurin av alifiski var 943 milj. kr. í 2002 ? ella 23% av
samlaða útflutningsvirði føroyinga, ið var 4,1 miljardir.
Havbúnaðarfelagið sigur, at prísirnir hava ongantíð verið so lágir sum í 2002. Miðalprísurin fyri alifisk, tá ið góðskaðar vørur eru tiknar við, var 21,73 kr./kg.
Forsøgnin fyri 2003 í kruvdari vekt er 38.600 tons av laksi og 7000 tons av sílum, sum er á leið tað sama sum í 2002.
ILA og dumping
Felagið sigur, at alivinnan sum heild hevur havt hall í 2002, og sum stein omaná byrðu, fekk vinnan fyrst dumpingákæru fyri laks og beint eftir dumpingákæru fyri síl.
- Samanumtikið er líkt til, at árið 2002 er tað vánaligasta, síðan vinnan reisti seg eftir kreppuna.
Felagið heldur, at tað, sum er av alstórum týdningi, er, at
sjúkutrupulleikin verður burtur, og at fiskurin verður koppsettur.
- Niðurberjingarætlan er gjørd og skal fylgjast, tá ið ES hevur góðkent hana. Arbeitt hevur verið við koppingarevni fyri ILA, men útlitini eru ikki góð fyri at fáa koppingarevnið í ár, sigur Havbúnaðarfelagið.
Tríggjar forðingar
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at kappingin við onnur lond, serliga Chili, er harnað, tí nøgdirnar av alifiski veksa alsamt - og skjótari, enn heimurin er førur fyri at svølgja. Prísurin verður tí trýstur av tí stóru nøgd, sum verður framleidd fyri ein lágan kostnað.
- Spurningurin hjá føroysku alivinnuni er tí í løtuni, um tað ber til at lækka kostnaðarstøðið enn meira ? ella, um farast skal undir eina øðrvísi framleiðslu, sigur felagið.
Størsta forðingin fyri vøkstri, heldur felagið er vágafúsur kapitalur, lágur marknaðarprísur og ILA.
Nógv færri síl
Havbúnaðarfelagið væntar, at framleiðslan av alifiski fer at minka, tí
ov lítil tøkur, vágafúsur kapitalur er.
Í 2003 verður nøgdin tann sama, bæði fyri laks og síl. Í 2004 verður
nøgdin tann sama fyri laks, men fyri síl minkar framleiðslan munandi.
- Væntast kann, at sílaframleiðslan í kruvdari vekt í 2004 bert verður 5.500 tons og í 2005 2.000 tons, sigur Føroya Havbúnaðarfelag.