Pulsurin slær týtt í Århus. Við fleiri enn 40.000 lesandi er hann landsins yngsti býur, har øll hyggja frameftir.
Samstundis við hetta trívist fortíðin eisini her í teimum gomlu, stemningsfullu og hugnaligu kvarterunum sum veruliga geva Århus lív og lit.
Her ber til at njóta nógvu og stóru handlarnar; ta róligu atmosferuna á teimum hugnaligu café'unum og ganga sær ein langan túr í skóg, strond og býi, áðrenn leiðin verður løgd til eina av mongu matstovunum.
Umframt alt hetta er Århus eisini eitt savningarstað fyri list, mentan og ikki minst tónleik.
Verður tú kvikur, so kanst tú vinna eina ferð higar í Summarkappingini mánadagin klokkan 11:30.
STUTTUR VEGUR
Vinningurin hesaferð er ein flogferð og uppihald á CABINN Hotel í Århus.
Århus hevur sín egna flogvøll, men higar flýgur Atlantsflog ikki í løtuni. Hinvegin er ikki langur vegur frá tveimum øðrum flogvøllum í nánd av býnum.
Um flogið verður til Billund, tekur tað bert einar 80 minuttir at koyra til Århus í bili. Og um flogið verður til Aalborg ístaðin, tekur tað bert fimm minuttir longur við bili.










